Eykajáttan til brunakanningar

Søfartsstyrelsen skal hjálpa Skipaeftirlitinum við at kanna eldsbrunarnar umborð á Herkules og Athenu. Tað kostar pengar.

Skipaeftirlitið hevur biðið um 500.000 krónur í eykajáttan til serligar kanningar í sambandi við eldsbrunarnar umborð á Herkules og Athenu.

Í sambandi við eldsbrunarnar umborð á trolarunum Herkules og Athenu hevur Skipaeftirlitið biðið danska Søfartsstyrelsen leiða kanningararbeiðið og gera endaliga niðurstøðu. Men tað kostar pengar, og tí hevur Skipaeftirlitið søkt um 500.000 krónur í eykajáttan til endamálið.

Pengarnir eru ætlaðir til ferðaútreiðslur, uppihald í Kili og í Føroyum og gjald til serfrøðingar hjá Søfartsstyrelsen. Landsstýrið hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um eykajáttanina, og málið verður viðgjørt á tingfundi fríggjadagin.