Leygardagin hin 10. mai stevna tjóðveldisfólk á eykafloksting, sum verður sett klokkan 13 í hølunum hjá Dugna á Hjalla.
Á regluliga flokstinginum, sum varð hildið í Sandavági í mars, varð samtykt at hava eykafloksting, har dagføring av stevnumiðunum skuldi verða á skrá.
Tjóðveldi sigur, at stevnumið floksins verða við ávísum millumbilum dagførd, og á flokstinginum í Fámjin í 2012 varð einmælt samtykt, at aðalstjórn og tingmanning skuldu skipa fyri at endurskoða og dagføra stevnumið floksins – við neyvum støði í teimum níggju greiðu málunum í stevnu Tjóðveldisfloksins frá 1948.
- Upprunaliga arbeiddu seks arbeiðsbólkar við at skriva uppskot til dagføringina. Fólk úr øllum landinum teknaðu seg til bólkaarbeiði. Tá tað arbeiðið var liðugt, setti aðalstjórn floksins ein bólk at samskipa uppskotið.
Tjóðveldi vísir á, at økisfeløgini kring landið eisini hava havt limafundir, har dagførdu stevnumiðini eru viðgjørd, og limir hava havt møguleika at siga sína hugsan og gera teirra ávirkan galdandi.
- Tá eykaflokstingið hevur havt uppskotið til viðgerðar, er ætlanin, at uppskotið skal verða gundarlag undir einari styttri útgávu og einari útgávu, sum er eitt sindur drúgvari og meira nágreinilig, sigur Tjóðveldi.