Av tí at so nógvir fyrispurningar eru um flogferðaseðlar um jólini, hevur Atlantic Airways gjørt av eisini at seta inn eitt eykaflogfar tollaksmessudag úr Keypmannahavn.
Harvið flýgur Atlantic Airways eisini henda dag tvær ferðir til Føroya.
Eykaflogarið fer úr Keypmannahavn týsmorgunin 23. desember kl. 8.45.