Eyka uppgáva til Arsenal og Liverpool

Tað lagaði seg væl hjá Manchester United, tá ið 4. umfar í FA Cup var á skránni í vikuskiftinum. Í gjárkvøldið tryggjaði oddaliðið sær luttøku í 5. umfari, tá ið Tottenham á Old Trafford legði rygg til 2-1 tap.

Í dag vóru tveir av argastu kappingarneytunum hjá Manchester United í torførum avbjóðingum. Í báðum førum endaði tað við javnleiki, og tað ber við sær, at bæði Liverpool og Arsenal hava fingið eyka uppgávu at hugsa um.

Arsenal vitjaði í Cardiff, har tað endaði málleyst. Liverpool hevði heimavøll ímóti grannunum í Everton. Úrslitið varð 1-1. Joleon Lescott legði eftir horna Everton framum undan steðginum. Tíðliga í 2. hálvleiki javnaði Steven Gerrard, eftir at Fernando Torres snildisliga hevði spælt liðformannin leysan við hælinum.

Umdystirnir verða 4. februar, tá ið Everton á Goodison Park fer at fáa vitjan av Liverpool, og tá ið The Gunners á Emirates fara at fáa vitjan av Cardiff, sum í landskappingini er 6. plássi í næstbestu deildini.