Av tí at nærum ongi atgongumerki eru eftir til stóru útgávukonsertina hjá Orka, ið verður 30.mai, verður nú skipað fyri eyka konsert í Sirkus týsdagin 31.mai. Til ber at uppliva føroyska bólkin Orka live í Sirkus 31.mai.
Konsertin byrjar klokkan 21.00.
Eftir konsertina diskar Oktopus upp við gangstara rappi frá New York.
Hesum boða fyrireikararnir frá í dag.










