Tíðindaskriv
Undir heitinum “Minni úr farnari tíð” fara føroyska Eivør og íslendska Ragnheiður á pall at syngja saman við íslendska symfoniorkestrinum, sum til hesa konsertina telur ikki minni enn 80 mans. Sum heitið sipar til, eru kendir “slagarir” á skránni, sum Hrafnkell Orri Egilsson hegnisliga hevur útsett fyri symfoniorkestur. Fólk kunnu gleða seg til at hoyra nakrar av føroysku “slagarum” eisini.
Frásøgukvinna veðru Ragnheiður Ásta Pétursdóttir, sum í eitt mannaminni hevur verið ein elskað útvarpsrødd í Íslandi.
Norðurlandahúsið er karmur um stórfingnu tónleikavitjanina, og enn eru nøkur fá atgongumerkir eftir til fyrru konsertina hóskvøldið 14. juni. Nú er so eisini høvi at keypa atgongumerkir til eina eyka konsert fríggjakvøldið 15. juni. Báðar konsertirnar byrja kl. 19.30, og atgongumerkini á kr. 175,- eru at fáa í Norðurlandahúsinum ella á heimasíðu Norðurlandahúsins www.nlh.fo










