-Heilsumálaráðið tekur undir við øllum tiltøkum, sum kunnu viðvirka til, at vit fáa roykfrí arbeiðspláss. Vit leggja eisini dent á, at arbeiðsgevarar hava fullan rætt til at banna royking í arbeiðstíðini, sigur heilsumálaráðharrin, Anne-Grete Strøm Erichsen, við blaðið Aftenposten.
Í fyritøkuni Infotjenester siga tey, at har royndu tey fyrst eina skipan við roykisteðgi, men tað vísti seg at fara við ov nógvari tíð, eftir at bannið um royking innandura kom. Nú hava tey ta skipan, at starvsfólk, sum ikki roykja, fáa tveir eyka frídagar.
Hjá Grieg Group í Bergen fáa tey, sum ikki roykja, ein frídag meiri enn roykjararnir. Fyritøkan sigur, at tey vinna frítíðina innaftur, tí tey, sum ikki roykja, hava nógv færri steðgir í arbeiðstíðini enn roykjararnir.