Í fjør fekk Føroya Tele trupulleikar við fartelefonnetinum, tá G! festivalurin var. Fyri at tryggja sær, at hetta ikki endurtekur seg, hevur telefonfelagið sett upp eina eyka telefonstøð í sambandi við festivalin.
Hon skal kunna nøkta tørvin hjá teimum mongu festivalgestunum í ár.
Gøtufólk armbond
Gøtu Kommuna er ein av høvuðsstuðlunum til G! festivalin. Kommunan hevur keypt øllum íbúgvunum í kommuni atgongumerki til festivalin.
Mikudagin fingu borgararnir høvið at fara eftir armbondunum, og vóru ein rúgva av fólki møtt upp. Tað frættist úr Gøtu, at ein stríður streymur av fólki var allan dagin inn í G! hølini í Valhøll.