Eyguni vend ímóti venjaranum

Partick Thistle tapti enn eina ferð, og tað hevði í vikuskiftinum við sær, at formaðurin kendi seg noyddan til at undirstrika, at nevndin hevur álit á venjaranum

SKOTLAND

Tað gongur illa. Bæði hjá Partick Thistle og Jákupi Mikkelsen. Partick Thistle hevur eftir tíggju tey fyrstu umførini framvegis fyrsta sigurin í skotsku kappingini til góða, og teir eru nógv aftastir. Partick Thistle hevur tvey stig, og Aberdeen er næstaftast við sjey stigum.
Jákup Mikkelsen misti plássið millum stólparnar, tá ið hann var sjúkur í eina viku fyri einum mánaði síðani, og hann hevur ikki fingið møguleikan síðani. Heldur ikki sjálvt um nógv mál eru farin ígjøgnum hjá alt annað enn tryggu verjuni.
Leygardagin tapti Partick Thistle 4?1 á heimavølli ímóti Hearts, sum er á triðja plássinum. Støðan í steðginum var 3?0 til gestirnar. Teir skoraðu í 13., 27. og í 30. minutti. Síðsta málið í 1. hálvleiki fingu teir eftir hornaspark. Heimaliðið minkaði um munin, men so svaraði Hearts aftur, og so var einki at gera.
Eftir tapið undirstrikaði formaðurin í felagnum, Tom Hughes, fyri pressuni, at hann og nevndin hava fult álit á venjaranum, Gerry Collins, sjálvt um tað ikki enn hevur eydnast at vinna. Spurningurin er so, hvussu nógv tað skal leggjast í álitisváttanina. Tað hevur ofta verið at sæð áður, at eitt er, hvat verður sagt ein dag, og eitt annað er, hvat nevndin ger av at gera tann næsta dagin.
Málverjin, sum heldur Jákupi Mikkelsen á beinkinum, eitur Kenny Arthur. Hann kendi í síðstu viku trongd til at markera seg sjálvan. Málverjin segði seg avgjørt rokna við, at Partick Thistle skjótt fór at koma fyri seg. Hann vísti á, at í seks av dystunum hevur tapið bara verið við einum máli. Og so segði hann seg sjálvan at vera so væl fyri, sum hann ikki hevði verið í hesum kappingarárinum. Hann segði seg vera eins væl fyri, sum hann var í fjør.
Partick Thistle hevur skift nógvar spælarar út síðani í fjør. Teir vóna, at tað serliga í verjupartinum fer at verða betri skipað, sum tíðin gongur.