Ítróttarklumma
Fyrstu úttøkurnar eru longu gjørdar, og innan flestu av Oyl-greinunum dystast fremstu ítróttafólk okkara nú um, hvør skal vinna sær rættin at umboða Merkið, tá hetta vónandi skal vindast á stong fleiri ferðir í Álandi í summar.
Hóast vit hava vunnið framúr úrslit innan summar einstaklingagreinar seinnu árini, so er lítil ivi um, at samanlagt eru oyggjaleikirnir tann ítróttahendingin, sum nertir flest fólk her á landi.
Við úti við 3.200 aktivum íðkarum eru leikirnir eisini um at vaksa langt út um tað, sum nakar kundi ímynda sær, tá fyrstu leikirnir vórðu blástir ígongd í 1985.
Umframt sterku sosialu bondini, sum leikir av hesum slag knýta, so er hetta eisini eitt framúr høvi hjá ítróttafólkum okkara at kappast á einum støði, sum gevur fínar avbjóðingar. Gaman í eru tað ítróttagreinar, har Føroyar hava staðið seg serstakliga væl, men júst hetta hevur í nógvum førum eisini verið íblásturin, sum hevur sent somu einstaklingar og somu ítróttagreinar móti nýggjum avbjóðingum.
Og sum gularót er hetta eisini framúr eggjandi fyri ítróttarfólkini, sum stremba móti heiðursmerkjum ella bara luttøkuni sjálvari. Nýggjar avbjóðingar eru í sjálvum sær fyrsta fortreytin fyri framburði í øllum lívsins viðurskiftum, og tí eru oyggjaleikirnir av so ómetaliga stórum týdningi fyri luttakandi ítróttagreinarnar. Og at fremstu ítróttarfólk okkara eisini velja at taka lut, hóast ítróttarliga avbjóðingin kanska ikki er heilt so stór hjá teimum, undirstrikar eisini hjáheitið – Friendly Games – sum leikirnir hava fingið.
Enn eru so góðir fimm mánaðir, til fyrstu kappingarnar verða blástar ígongd. Men spenningurin hjá fleiri av luttakarunum er longu nú við at raka hæddirnar. Og so er bara at vóna, at somu hæddir eisini verða raktar, tá kappast verður í Álandi.










