Eyguni eru vend móti Klaksvík

Hóast ikki færri enn fimm dystir eru á skráni í Sunset-kappingini um vikuskiftið, so eru øll eygu vend móti dystinum í Klaksvík sunnudagin, tá ið tey bæði fremstu liðini, Stjørnan og VB, bresta saman

Sunnudagin fæst at vita, um tað fer at standa á jøvnum millum Stjørnuna og VB, tá ið farið verður undir endaspælið ínæstum, ella um Stjørnan fer at verða eitt vet framman fyri vágskvinnur. Vinnur VB í Klaksvík sunnudagin, hava bæði liðini 24 stig, men vinnur Stjørnan hava tær 26 og VB bert 22. Gamaní hava bæði liðini ein dyst afturat eftir í grundspælinum, men neyvan man tað fara at eydnast Søljuni at gera nakað við VB í Vági í dag, og enn minni er møguleikin fyri, at Tjaldur kann gera nakað við Stjørnuna í Runavík.

Tvey jøvn lið
Seinnu árini hava júst Stjørnan og VB verið í ein flokki fyri seg í føroyskum kvinnuhondbólti, og tað er einans VÍF, sum av og á hevur gjørt ein vørr móti hesum báðum liðum.
Hesi bæði lið hava dystast tvær ferðir áður í hesum kappingarárinum. Tá ið liðini hittust í landskappingardysti suðuri í Vági, vóru tað klaksvíkskvinnur, sum vóru við yvirlutan og vunnu 23-22. Men fyri góðari viku síðani hittust liðini aftur í Vági, og tá var tað fyrra hálvfinalan í Coca-Cola kappingini, ið var á skránni. Hesaferð vóru tað tær úr Vági, sum høvdu munin, og tær vunnu dystin 24-23.
Sostatt kann staðfestast, at talan er um tvey ógvuliga jøvn lið, og tey flestu munnu verða á einum máli um, at tað verður dagsformurin, sum verður avgerandi í dystinum sunnudagin.
Uttan iva fara karmarnir til dystin at verða av teimum bestu, og klaksvíkingar eru kendir fyri trúfast at stuðla Stjørnuni, men eisini vágbingar fylgja sínum liði, tá ið vitjað verður kring landið. Tí er lítið at ivast í, at tað verður trongligt á áskoðaraplássunum, tá ið teir báðir Hannis Wardum og Eyðun Samulsen bríksla dystin í gongd klokkan trý sunnudagin.

VB eisini í dyst leygardagin
Sum áðurnevnt skal VB spæla móti Søljuni í Vági í dag, og tað verður óivað ein trupul uppgáva hjá venjaranum hjá VB at fáa sínar leikarar at gloyma dystin sunnudagin og bert hugsa um dystin móti vágakvinnum fyrst.
Vágskvinnur eiga tó at verða so mikið væl fyri, at tær vinna trygt á Søljuni, men spurningurin er so, um tann dysturin fer at sita í beinunum á leikarunum, tá ið tær fara á vøllin í Klaksvík sunnudagin.
Ein annar dystur er á skránni í dag. Hann verður í Runavík, har heimaliðið Tjaldur fær vitjan av grannunum á Skálafjørðinum úr StÍF. Strandakvinnur eru greiðir favorittar til at vinna dystin, og um tær tryggja sær sigurin, fara tær samstundis aftur frá Kyndli á næstaftasta plássinum á stigatalvuni. Sum nú er, hava bæði Kyndil og StÍF fimm stig í part, men allarhelst hevur StÍF sjey stig, tá ið dagurin í dag er farin aftur um bak. Í morgin skulu so júst StÍF og Kyndil dystast. Hesin dysturin verður leiktur á Skála, og tá verður allarhelst talan um ein javnan dyst. Tá ið liðini hittust í Havn í heyst, endaði tað við javnleiki 21-21.
Seinasti dysturin hjá kvinnunum hetta vikuskifti verður í Havn í morgin. Tá koma kvinnurnar úr Vestmanna á vitjan hjá Neistanum. Her man lítil ivi verða um, at Neistin er greiður favorittur at vinna á gamla venjaranum hjá sær, Sophus Dal-Christiansen, sum nú er venjari hjá VÍF. Tá ið hesi bæði lið dystaðust í Vestmanna í november mánað, endaði tað við einum tryggum 34-22 sigri til neistakvinnur.
Tá ið vikuskiftið so er farið aftur um bak, ber til at staðfesta, hvussu støðan verður, tá ið farið verður undir endaspælið.