Eyguni í børnunum glógvaðu tá Beinta kom við risahemara

Tað var stórt forvitni og stórur spenningur millum børnini í Frítíðarskúlanum í Leirvík mikudagin, tá tey frættu, at ein bátur var á veg aftur at landi við einum risastórum hemara, sum Alfred Eliasen í bátinum Beinta hevði fingið á hemaralínu undir Kalsoyarlandinum

Frítíðarvinna

Leirvíkingurin Alfred Eliasen eigur stóra og snotuliga 8-mannafarið Beinta, sum hann brúkar nógva tíð í, tá hann er heima millum túrar. Marius Clementsen á Sandi hevur bygt bátin, sum Alfred keypti fyri eini 12-15 árum síðan úr Gøtu.
Alfred dylur ikki, at hann er væl nøgdur við bátin og heldur fyri, at hesin hevur givið sær nógvar áhugaverdar og spennandi løtur á sjónum.
Tá ið hann er heima um summarið, er hann javnan við kalvalínu, og her hevur mangan vignast væl, eisini í fjør summar. Nú gleðir Alfred seg til at verða heima nakrar vikur komandi summar, og hann ivast onga løtu í, at hann eisini fer at gera nakrar kalvatúrar.

Veldugur hemari
Men tað er ikki bara kalvin, sum hevur hansara áhuga.
Alfred hevur eisini riggað sær eina hemaralínu til, og tá ið hendan verður sett, og stendur og rekur, er spenningurin stórur. So mikið størri verður spenningurin, tá ið tað merkist, at fast er á línuni!
Og soleiðis var mikudagin í hesi vikuni.
Nú skulu vit ikki avdúka til fulnar, hvussu Alfred hevur riggað sína línu til, men sjey húkar eru á henni, og teymarnir eru ymiskir til longdar, kanska úr 6 favnum upp í einar 10, harav fyrsti parturin av teyminum undir hemarahúkinum er veirur.
- Línan, sum eg havi gjørt mær, er einar 80-100 favnar til longdar, og eg plaga at lata hana reka uppi í sjónum, sigur hann.
Alfred hevur fingið fleiri hemarar á línuni, og mikudagin fekk hann størsta hemaran, sum menn vita um er fingin undir Føroyum.
- Nú er tað so, at vit rokna altíð vektina, eftir at fiskurin er kruvdur, meðan havnarmenn rokna vektina á ókruvdum hemara, sigur leirvíkingurin skemtandi.
Mikudagin setti hann hemaralínuna undir Blankskála á Kalsoynni – ella norðuri móti Líðarmunna, teir plaga at siga.
- Eg byrjaði á umleið 14 favna dýpi, og longu eftir lítlari løtu var fast. Skjótt merktist, at talan var um ein rættiliga stóran hemara, sum gjørdi ógvuliga nógv um seg. Hann rykti og skrykti í línuna, og einki bendi á, at hesin risa fiskurin hevði hug at geva skarvin yvir.
Alfred var einsamallur á bátinum, men sá skjótt, at neyðugt fór at vera við einum manni aftrat.
- Meðan eg fór til lands eftir Peila í Heimistovu, sum plagar at vera mín bátsfelagi, lá báturin Brandur, sum var har á leiðini, hjá línuni, til vit komu útaftur.
Hann sigur, at tá ið teir komu útaftur og byrjaðu at fonglast við hemaran, sást skjótt, at hemarin var garrvillur, sum hann tekur til.
- Tað tók langa tið at fáa lívið av honum, og vit vóru riknir heilt undan Kalsoyarlandinum og suður um Rytugjógv á Borðoynni, áðrenn vit høvdu fingið bilbukt við henda velduga fiskin.
Alfred heldur, at tað tók tað mesta av tveimum tímum at fáa lívið av hemaranum.

Glógvandi eygu
- Á veg aftur til Leirvíkar, ringdi Peili til konu sína, sum arbeiðir í Frítíðarskúlanum, og tá ið vit løgdu at landi, vóru øll børnini komin oman at taka ímóti og forvitnast.
Hann sigur, at eyguni glógvaðu í børnunum, tá ið tey sóu fongin.
- Børnini vóru ógvuliga hugtikin og spent eftir at síggja og nerta við stóra fiskin. Hetta var eitt rættiligt upplivilsi fyri tey.
Hemarin, sum Alfred og Peili komu til lands við hendan dagin, vigaði heili 458 pund – sum havnamenn siga – ókruvdur og 322 pund kruvdur.
- Eg veit ikki um nakran annan so stóran hemara, sum veiddur er undir Føroyum, men eg havi hoyrt, at onkur líknandi er fingin undir Hetlandi.
Men hemarin mikudagin er ikki einasti hemari, sum Alfred hevur fingið í ár.
- Vit fingu eisini ein hemara 6. januar. Hesin vigaði 238 pund, tá ið hann var kruvdur, og beint fyri jól fingu vit ein, sum vigaði 258 pund kruvdur.
Spurdur, um hann ikki stúrir fyri, at hemarin kann renna "snútan" upp í gjøgnum bátin, tá ið hesin verður kroystur, sigur Alfred, at tað hugsar hann ikki nakað serligt um.
- Eg havi hoyrt, at slíkt er hent og kann henda, men vit royna at ansa væl eftir og stýra fiskinum soleiðis, at tað ikki gongur útyvir bátin.
Hann sigur, at teir plaga at brúka tveir sóknaronglar til festi í hemaran, og best er, um tað eydnast at fáa teir fastar inni í kjaftinum, tá ið fiskurin gapar.

Eingin skelkur
Vit kunnu skoyta uppí, at Alfred Eliasen siglir við skipum hjá Thor, og hann var annar av føroyingunum, sum var við Thor Sentry minniliga túrin, tá ið skipið fekk sjógvi í Norðsjónum og rak fyri vág og vind.
- Eg havi verið burtur aftur síðan tá, eg eg haldi ikki, at hetta hevur gjørt mær ilt.
Alfred kom aftur við Thor Beamer 6. januar.
- Vit sigldu skipið heim til Føroya av leiðunum við Marokko, og nú eg fari avstað aftur sunnudagin, fari eg umborð á Thorsvik, sum í løtuni arbeiðir í meksikanska gofinum.
Hann sigur, at teir vanliga eru 8 vikur umborð og 8 vikur í landi.
- Nú gleði eg meg longu til at vera heima í summar, og tá ið høvið býðst, verður aftur farið við kalvalívu.
Alfred sigur, at Peili í Heimistovu eru óførur at vera í bátinum Beinta.
- Eg eigi bátin, men tá eg eri burtur, er Peili altíð meira enn vælkomin at verða í bátinum, og mær dámar væl, at hann brúkar bátin, tá eg eri burtur, sigur Alfred Eliasen.