Eygnamørk


bókaútgáva
 
Mentunargrunnur Studentafelagsins hevur givið út nýtt yrkingarsavn við yrkingum eftir Tóroddi Poulsen.
                      Savnið ber heitið, Eygnamørk, og verða lív og deyði í hesum lýst hvørt um annað á speiskligan hátt verður sagt í tíðindaskrivi.
                      Hartil er nýggi skapningurin ein høvuðstráður í yrkingarsavninum. Sagt verður frá, nýføðinginum, tá hesin liggur í vøgguni, og síðani verða broytingarnar í lívinum lýstar, so hvørt sum hesar troka seg framat. Talan er í nógvum førum um sterkar kenslur, sum verða lýstar, og í tíðindaskrivinum verður eisini víst til rámandi orðini frá Leonard Cohen »Tú veitst ikki, hvat ótti er, fyrr enn tú ert blivin pápi«.
                      Umframt hetta speisemi eru trý ørini úr Jobsbók sett fremst, og geva hesi líkasum savninum ein ávísan karm og eitt ávíst álvarsemi.
                      Bókin er løgd til rættis og prentað hjá Føroayprent. Tórodd Poulsen hevur sjálvur gjørt permuna.