Arabiska Samgongan gjørdi í gjár av, at eygleiðararnir, sum hava verið í Sýrialandi ta seinastu tíðina, skulu gevast við sínum arbeiði fyribils. Samgongan sigur, at avgerðin er tikin, tí støðan í Sýrialandi bara versnar við veksandi harðskapi.
Leiðarin hjá eygleiðarunum, generalurin Mohammed Mustafa al-Dabi, segði í gjár, at harðskapurin hevur vundið nógv upp á seg ta seinastu vikuna, og at hetta er serliga hent í býunum Homs og Hama har norðuri í landinum. Hann helt tað tí ikki vera serliga sannlíkt, at stýrið hjá Bashar al-Assad, forseta og uppreistrarmenninir fara at seta seg við samráðingarborðið.
Franska tíðindastovan AFP sigur, at sambært upplýsingum frá almennum keldum og mannarættindafelagsskapum hava 193 fólk latið lív í samanbrestum síðani týsdagin. Tey flestu vóru sivilfólk.
Arabiska Samgongan sendi eygleiðarar til Sýrialands annan jóladag, eftir at sýriska stjórnin hevði játtað at taka stríðsvognarnar úr býunum og at lata fangar leysar. Men samgongan sigur nú, at stjórnin hevur ikki hildið avtaluna.
Hóast eygleiðararnir hjá samgonguni eru givnir við virkseminum, verða teir verandi í Sýrialands fyribils.