Fleiri av teimum arabisku eygleiðarunum, sum hava verið í Sýrialandi, eru farnir úr landinum. Teir eru misnøgdir við, at tað ikki hevur eydnast teimum at steðga teirri harðrendu framferðini hjá myndugleikunum. Tað sigur ein algeriskur eygleiðari, sum hevur verið í Sýrialandi síðani annan jóladag saman við 150 øðrum eygleiðarum.
-Eg skal ikki seta nakað tal á, men eg veit, at nógvir av eygleiðarunum eru givnir ella ætla sær at gevast, sigur Anwar Malek (myndin).
Tíðindastovurnar skriva, at í minsta lagi 21 fólk lótu lív í samanbrestum millum trygdardeildir og mótmælisfólk kring Sýrialand í dag.