Eyga fyri eyga...

Ísraelsk flogfør hevndu í morgun Hizbollah-álopið á Haifa í gjárkvøldið.
Ísraelsku flogførini bumb­aðu fleiri mál í tveimum bygdum har suðuri í Libanon. Libansku myndugleikarnir søgdu, at í aðrari bygdini doyðu minst sjey fólk, og fýra vórðu særd. Í hinari bygdini kostaðu ísraelsku loftálopini fýra mannalív.
Álopið var helst hevnd fyri rakettálopið hjá Hizbollah á ísraelska býin Haifa í gjárkvøldið, har 15 fólk lótu lív. Ísraelska herleiðslan segði stutt eftir álopið á Haifa, at rakettirnar hjá Hizbollah komu úr sivilum økjum í Suðurlibanon, og at tað tí ikki slepst undan, at sivilfólk doyggja í teimum ísraelsku álopunum.
Sambært fronsku tíð­inda­stovuni AFP vóru harðir bardagar millum ísraelskar hermenn og Hizbollah í morg­un. Arabiska sjón­varpið Al Arabyia segði fyrra­partin, at minst fýra ísraelskir hermenn vóru deyðir í bardøgunum í morgun, men tíðindini eru ikki váttað.
Meðan bardagarnir halda fram, verður roynt at loysa kreppuna á diplomatiskan hátt. Uttanríkisráðharrarnir í fleiri arabiskum londum eru komnir til Beirut at viðgera støðuna og at tingast um, hvat kann gerast. Hinvegin eydnaðist tað ikki trygdarráðnum hjá ST at semjast um yvir­lýsingina, sum USA og Frakland høvdu orðað. Høv­uðs­orsøkin var, at Libanon alment kunngjørdi, at land­ið kundi ikki góðtaka innihaldið í teirri ætlaðu yvirlýsingini.
Sýrialand kann leggja uppí
Fyri fyrstu ferð síðani sýr­isku afturtøkuna úr Liba­non í fjør var sýriski uttanríkisráðharrin, Walid al-Moallem, í gjár í Liba­non. Ørindini vóru at tosa við umboð fyri libansku stjórnina og tjóðartingið um støðuna, og á tíðindafundi aftaná gjørdi al-Moallem greitt, at Sýrialand fer ikki at sita hendur í favn, halda ísraelsmenn fram við álopunum á mál í Libanon.
- Vit eru til reiðar, skuldi tað hent, at kreppan versnar, segði uttanríkisráðharrin við tíðindafólkini.
Hann legði afturat, at Sýrialand kann ikki góðtaka ta ætlaðu yvirlýsingina hjá ST-trygdarráðnum, tí hon gongur Ísrael á møti í alt ov stóran mun, og tí hon sambært sýrisku stjórnini gevur Ísrael høvi til at halda fram við álopunum á Libanon.
Hizbollah fær dygga undirtøku í Sýrialandi, og eygleiðarar hava leingi sagt seg stúra fyri, at tey ísraelsku álopini í Suðurlibanon kunnu draga Sýrialand upp í bardagarnar.