Eyes Wide Shot

Eyes Wide Shot er ein erotiskur leikur um kynsligar dreymar, hugbindan, svik og ástarøvund. í miðjuni av øllum er eitt par, ið liggur á markinum millum blottan og avnoktan.

Bill og Alice Harford (Tom Cruise og Nicole Kidman) er eitt par, har bæði eru sálarfrøðingar við stórari eydnu. Tey liva eitt eydnusamt hjúnarlag, eru rík, og liva í elegantum umhvørvi, sum ein partur av borgarskapinum í New York.

Vit fylgja teimum til eina stílfulla men dekadenta veitslu, og spakuliga síggja vit hvussu vakra yvirflatan sprotnar. Kynsligir spenningar og freistingar koma fram, tá ein genta í veitsluni doyr av yvirdosis og Bill er noyddur at hjálpa desperata vertinum (Sydney Pollack) úr trupulleikunum. Tí Bill er drigin at vøkru deyðu gentuni, og spenningurin millum kynslív og deyða gerst kárur.

Tá Harford parið kemur heim, fara tei at greiða hvørjum øðrum frá kynsligu dreymum teirra, ið millum annað innibera at hava kynsligt samband við fremmand.

Tað, ið byrjar sum eitt kensluligt forspæl, verður tó at enda til ástarøvund, tá Alice greiðir frá um, at hon hevur droymt um at vera ótrúgv. Tey fáa meira at vita um hvørt annað enn teimum líkar, og Bill verður drivin út í eina odyssé av kynsligari øsing - alla tíðina í tøttum dansi við deyðan. Kvøldið gerst ein sálarlig ferð inn í sambandið teirra millum, og í egna samleika teirra - nær markinum millum dreym og veruleika.