Eyðvør var aftur á blettinum

Annað vikuskifti á rað skoraði Eyðvør Klakstein – hesa ferð var tað í Pamplona

Málmaskinan hjá Eyðvør Klakstein er av álvara farin at rigga suðuri í Spania. Síðsta sunnudag skoraði føroyski landsliðsspælarin í fótbólti tríggjar ferðir, tá ið CD Marino vann fyri fyrstu ferð í hesum kappingarárinum.

Aftur í dag var Eyðvør Klakstein á blettinum, tá ið hon skoraði á útivølli.

 

Í dag vóru Eyðvør og tær á útivølli ímóti Mulier FCN í næstbestu sponsku deildini. Dysturin varð spældur í Pamplona, býurin sum man vera best kendur fyri San Fermin stevnuna, tá ið   tarvar renna í gøtunum, og áskoðararnir fegnast.




CD Marino legði seg á odda í fyrra hálvleiki, og tá ið spælararnir fóru at hvíla seg, var eingin ivi um, at Eyðvør Klakstein og liðfelagarnir høvdu verið omaná.

Eftir steðgin fótaði Mulier FCN sær, skoraði eftir lítlari løtu tvey mál og legði seg harvið fram um 2-1.

Eyðvør Klakstein, sum farna vikuskifti skoraði hattrick fyri CD Marino, varð síðani flutt av miðvøllinum og fram í álopið, og hon javnaði til 2-2. Javnleikurin helt sær tíverri ikki fyri tær í CD Marino. Mulier FCN, ið liggur triði fremst, vann við einum máli. Sigursmálið til 3-2 varð skorað fram ímóti dystarenda.

CD Marino liggur nú á áttanda plássi. Um eina viku skulu Eyðvør og tær spæla ímóti suverena toppliðnum Logrono, sum hevur vunnið allar dystirnar higartil og er langt frammanfyri øll hini liðini.