Eyðvør væntar ymiska mótstøðu

Venjarin hjá U17-landsliðnum við gentum, Eyðvør Jacobsen er bjartskygd undan EM-undankappingini, sum verður í Føroyum frá 17. til 23. mars, skrivar FSF.fo

Eyðvør Jakobsen, venjari hjá U17-landsliðnum við gentum - Mynd: Hans Erik Danielsen

Venjarin hjá U17-landsliðnum við gentum, Eyðvør Jacobsen er bjartskygd undan EM-undankappingini, sum verður í Føroyum frá 17. til 23. mars, skrivar FSF.fo.

 

Í døgunum 17. til 23. mars verður Fótbóltssamband Føroya vertur fyri bólki B3 í EM-undankappingini fyri U17 gentur. Umframt Føroyar sum vertsland, vera Lettland, Georgia og Rumenia eisini við í kappingini. Leikdagarnir eru sunnudagin 17. mars, mikudagin 20. mars og leygardagin 23. mars.

 

Eyðvør Jakobsen er venjari hjá U17 gentunum, og hon er sum heild bjartskygd til komandi uppgávu, men væntar samstundis ymiska mótstøðu frá teimum trimum londunum, ið koma hendan vegin.

 

– Eg kenni ikki so nógv til hini londini annað enn at Rumenia flutti niður úr deild A seinast, har tær møttu Eysturríki, Týsklandi og Ukraina. So vit kunnu rokna við at tær eru sterkasta landið í bólkinum.

 

– Fyri einum ári síðani taptu vit 1-0 fyri Lettlandi, meðan Georgia endaði aftast í sínum bólki til seinastu EM-undankapping. Tí er eitt sindur ilt at meta um dystirnar frammanundan, men vit ætla okkum sjálvandi so góð úrslit sum tilber, sigur Eyðvør Jakobsen við heimasíðuna hjá FSF.

 

Sunnudagin 17. mars

 

Kl. 13:00 Lettland – Føroyar

 

Kl. 17:00 Rumenia – Georgia

 

Mikudagin 20. mars

 

Kl. 13:00 Føroyar – Georgia

 

Kl. 17:00 Rumenia – Lettland

 

Leygardagin 23. mars

 

Kl. 17:00 Føroyar – Rumenia

 

Kl. 17:00 Georgia – Lettland (á Ovara vølli í Gundadali)

 

Allir dystirnir verða vístir í Televarpinum, og á Youtube rásini hjá FSF.

 

Eyðvør Jakobsen, venjari hjá U17-landsliðnum við gentum - Mynd: Hans Erik Danielsen