Eyðvør Klakstein gjørdi bart

Innskifta Eyðvør Klakstein skoraði útjavnandi málið ímóti Bosnia Hersegovina ellivu minuttir undan leikloki

 

Í fjórða undankappingardystinum í hesum umfarinum eydnaðist tað føroyska kvinnulandsliðnum at vinna fyrsta stigið nakrantíð í einari HM undankapping. Tað varð í kvøld vunnið í oysandi regni á Tórsvølli ímóti Bosnia Hersegovina.

 

Fyrsta tíman vóru gestirnir leikliga omaná. Bosnia Hersegovina spælararnir vóru skjótari, kroppsterkari og stinnari við bóltinum, og tað var einki forgjørt í tí, tá ið tær miðskeiðis í 1. hálvleiki og eftir hornaspark og eitt sindur av aftur og fram løgdu seg framum.

 

Eftir byrjunartrupulleikar, tá ið tað kendist vera ov lætt hjá mótstøðuliðnum at spæla seg ígjøgnum føroysku verjuna, royndi venjarin Jón Pauli Olsen at umskipa liðið. Tað varð tættari í verjuni, men tað bar eisini við sær, at føroyska álopsspælið fyrsta tíman ikki var nakað serligt.

 

Tá ið 2. hálvleikur var hálvrunnin vórðu fyrst Eyðvør Klakstein og síðani Lív Arge settar á vøllin. Sum tað leið, vísti føroysku kvinnurnar alt størri vilja og dirvi í at søkja at mótstøðumálinum, og eftir fínt einmansavrik eydnaðist tað innskiftu Eyðvør Klakstein ellivu minuttir undan leikloki við rimmar skoti og umvegis tvørræið at senda bóltin í málið og harvið at javna til 1-1.

 

Tá ið sveisiski dómarin, Simona Ghisletta bríkslaði fyri síðstu ferð kendist tað sum at føroyska liðið hevði vunnið eitt stig, og at Bosnia Hersegovina hevði tapt tvey stig.

 

Føroyar høvdu fýra atsóknir ímóti bosniska málinum, og mótstøðuliðið hevði 16 atsóknir ímóti føroyska málinum.

 

 

-----

LIÐUGT

1-1

 

80) 1-1: Eyðvør Klakstein79.

 

72) Lív Arge verður skift inn í staðin fyri Lailu Pætursdóttir.

 

68) 0-1

Eyðvør Klakstein kemur á vøllin í staðin fyri Áslu Johannesen.

 

60) 0-1

Føroyska liðið hevur havt góða støðu, har tað vóru fýra føroyskar ímóti trimum mótstøðuspælarum, men tað spurdist einki burturúr.

 

55) 0-1

Gongdin er tann sama. Bosnia hevur havt risa møguleika, men tær sendu bóltin við síðuna av málinum.

 

50) 0-1

Føroyska liðið leggur stóran dent á at fáa verjuna at rigga.

 

HÁLVLEIKUR

0-1

Higartil hevur tað ikki eydnast føroyska liðnum at spæla seg til upplagdar málmøguleikar. Bosnia Hersegovina hevur fyri tað mesta verið leikliga greitt omaná. Kortini hevur mótstøðuliðið ikki megnað at spælt seg til fleiri upplagdar málmøguleikar enn tann, sum bar leiðslumálið við sær.

Síðstu løtuna hava tað tó verið ábendingar um, at føroyska liðið hevur havt betri tak á bóltinum.

Tað oysregnar á Tórsvølli.

 

 

40) 0-1

Bosnia Hersegovina megnar ofta at bróta ígjøgnum í høgru. Føroyski venjarin roynir við fleiri broytingum. Eitt nú er Rannvá B. Andreasen í løtum á vongverjanum í vinstru.

 

30) 0-1

Føroyska liðið hevur síðstu løtuna verið betri við í spælinum, men tað hevur ikki eydnast at spæla seg til málmøguleikar.

 

25) 0-1: M. Hasanbegović 24

So hevur Bosnia Hersegovina skorað. Málið er nátúrlig avleiðing av greiðu yvirvágini, sum gestirnir higartil hava havt. Hornaspark varð lagt innfyri, og eftir eitt sindur av aftur og fram bríkslaði dómarin fyri, at bólturin hevði verið innanfyri strikuna.

 

20) 0-0

Bóltførleikin hjá gestunum tykist vera betri enn hjá føroyska liðnum, sum hevur ilt við at fáa samanspælið at rigga.

 

15) 0-0

Bosnia Hersegovina hevur betri tak á bóltinum, sum fyri tað mesta er á føroysku hálvuni. Rannvá B. Andreasen og Ásla Johannesen hava býtt um pláss.

 

10) 0-0

Føroyar hava havt bóltin meiri enn mótstøðuliðið, men higartil hevur talan ikki verið um upplagdar málmøguleikar.

 

HM undankappingardystur í  kvinnufótbólti er í Gundadali í kvøld. Føroyar hava vitjan av Bosnia Hersegovina, og fyrsta bríkslið var klokkan 19.00.

Føroyar: Randi Wardum – Sigrun Kristiansen, Malena Josephsen, Liljan av Fløtum Petersen, Fríðrunn Danielsen - Ansy Sevdal, Oddrún Danielsen - Laila Pætursdóttir, Olga Kristina Hansen, Ásla Johannesen – Rannvá B. Andreasen

Føroysku spælararnir eru í bláum, og Bosnia Hersegovina er í hvítum.