Í dag klokkan 15 fer Rás2 at senda beinleiðis úr Bakarínum hjá Jórun í Klaksvík.
Tað verður Ragnhild Ellingsgaard, sum verður vertur, og hon fer eitt nú at skifta orð við Eyðvør Klakstein, sum spælir fótbólt í Spania.
Í sendingini fara vit eisini at hoyra um Norðurjól, sum Norðoya Kunningarstova skipar fyri komandi leygardag.
Eisini verða kappingar á skránni, tá Rás2 fer at senda úr Klaksvík seinnapartin í dag.