Fyriskipararnir av “við Múrin” hava í dag kunngjørt, at Eyðun Nolsøe verður millum teirra, sum fara á pallin í Kirkjubø í summar.
Eyðun Nolsøe hevur sína fortíð í Frændum sum tann yngsti av teimum trimum í bólkinum. Saman hava teir latið nakrar fólkakærar útgávur úr hondum. Útgávur, ið eru vorðnar fólkaogn.
Sum einstaklingur hevur Eyðun givið tvær fløgur út. Ein tann kendasti sangurin er væl svingandi lagið ”Dansa”. Seinastu árini hevur hann verið nógv at hoyrt sum trubadurur á ymsum spælistøðum kring landið.
Við Múrin fer Eyðun við bólki at syngja og spæla nakrar av kendastu sangunum úr sangheftinum hjá sær.