Í morgin, hósdagin klokkan 16 letur listamaðurin, Eyðun av Reyni ,framsýning upp í atelierinum á Lútzenstrøð 13, í Tórshavn
Eyðun av Reyni hevur sett eina framsýning saman við 21 verkum og tey verður høvi at síggja til mánadagin, tá ið framsýningin endar.
Íslendski listfrøðingurin, Aðalsteinn Ingólfsson, sigur í bókini um Eyðun av Reyni, at hann ber eins og ein kringur dansari eina andaverð við sær. Tá ið hann málar fyrstu strokini á løriftið, veit hann av sær sjálvum ... at rútman, sum hann gevur seg undir, ber hann at enda út á eggina á einum vatnrættum býti, ið verður kallað miðdepil.
Hesin miðdepil er ofta í skundi málaður við breiðum pensli gráur ella svartur, so at hann líkist einum svørtum holi ella einum veðurbardum veggi, sum gerst tann veruligi snúningsdepilin, verkini hjá Eyðuni snúgva seg um.
Alt hitt í málninginum skipar seg rundan um henda miðdepil, soleiðis at økið niðanfyri brátt umskiftist til eina rokuta forgrund, sum er gjørd liðug við øgiligum slettum og skvettum av ljósum litum, ið fara hurl um burl tvørtur um løriftið, meðan økið omanfyri er bygt upp við meiri frælsi, altíð við einari samanseting av loddrøttum og vatnrøttum litblokkum.