Tónleikarin Eyðun Nolsøe í Klaksvík hevur innspælt eitt kent lag til Holocaust-dagin í dag.
Lagið er eyðkennislagið frá filminum Listi Schindlers, sum kom út í 1993 og vann Oscar heiðursløn sum besti filmur hetta árið. Eisini tónleikurin frá filminum vann Oscar.
Tónaskaldið John Williams, sum júst er tilnevndur til Oscar heiðursløn nummar 54, ið er met, skrivaði temalagið.
Eyðun Nolsøe, sum er kendur sum bassspælari í rockbólkinum Hjarnar, hevur gjørt innspæling av lagnum. Erik Biskopstø hevur staðið fyri innspælingini og hevur gjørt snøgt video, sum sæst niðanfyri.
##med2##