Eyðun: - Javnleikur var eitt rættvíst úrslit

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Eyðun Klakstein heldur, at fyrri hálvleikur var betri hjá B36

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum André Olsen gjørdi á Rás2 við høvuðsvenjarin hjá B36, aftaná 1-1 javnleikin hjá B36 ímóti HB í dag.

 

Eyðun heldur, at talan var um ein rættvísan javnleik millum liðini. B36 hevði tamarhald á dystinum í fyrra hálvleiki, og fram til HB javnaði í seinna hálvleiki. Tó var eitt longri tíðarskeið í seinna hálvleiki, aftaná HB-málið, at B36 fall ov nógv leikliga.