Í bókini leggur Eyðun Andreassen fram nýggj sjónarmið um tey gomlu ævintýrini.
Eyðun Andreassen fer aftur um hin fantastiska ævintýrheimin við trøllum, risum, dýrum, ið tosa, umskaptum verum og øllum øðrum gátuførum, ið har er, og finnur meiningar og merkingar frá tíðini tá ævintýrini vóru livandi munnligur skaldskapur á duldum máli, sprottin úr royniligum veruleika hjá frásøgufólkunum.
Eyðun Andreassen er mentanarfrøðingur og professari á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Hann hevur skrivað bøkur og greinar í bløðum og vísindaligum tíðarritum, er royndur fyrilestrarhaldari og hevur javnan verið at hoyra í Útvarpinum við frásagnum um mentanarlig og almenn evni.