Eyðun Hjalt vann rennikapping

Hann rann skjótari enn vinnaratíðin í Heiðarenningini í fjør

Seinasta leygardag skipaðu Bragdið og Tofta Ítróttarfelag fyri rennikapping í Eysturoynni. Kappingin kallast Heiðarenningin, og 15 luttakarar vóru við.

Runnið var frá Sjómansheiminum í Runavík, inn á Lambareiði og útaftur. Teinurin er 7,2 kilometrar.

Hóast veðrið ikki var av tí besta, tað var kalt í veðrinum og hevði hug at kava, vóru líkindini at renna í hampulig.

At byrja við sá tað út til at fara at gerast ein jøvn kapping, og fýra rennarar fylgdust í oddinum tann fyrsta teinin.

Sum kappingin leið tóku Eyðun Hjalt og Bogi Olsen seg frá Leivur Johannesen og Sámal P. Hansen. Hesir rennarar komu á mál stórt sæð í hesi røð, men tó gjørdi Hjalti Gunnarstein ein vørr móti endanum, og kom á mál sum nummar 4.

Vinnaratíðin hjá Eyðun Hjalt var 25,05 minuttir og tað var hálvan minutt skjótari enn vinnaratíðin í kappingini í fjør.

Fyrireikararnir siga, at teir vóru hampuliga væl nøgdir við talið á luttakarunum, men teir høvdu vónað, at onkrar kvinnur eisini fóru at verða við. Men soleiðis var ikki hesaferð.

Tríggir luttakarar vóru í kappingini hjá børnum, og tað kappingina vann Bogi Højgaard úr Havn.