Klokkan 19 í kvøld fer føroyskur fótbóltur undir eitt nýtt ár í europeiskum fótbólti. Arvurin er tungur at lyfta, tí í fjør stóðu føroysk feløg seg væl. Víkingur megnaði sum fyrsta føroyska felag nakrantíð at spæla seg í triðja innleiðandi umfar í Europa liguni, og HB megnaði í meistarakappingini at spæla seg í annað innleiðandi umfar.
Í kvøld eigur B36 heimavøll ímóti walisiska TNS, sum mánadagin lendi í Vágum, og sum í gjárkvøldið vandi á Tórsvølli.
Í B36 hava fleiri spælarar seinastu vikurnar verið eymir og skaðadarvaðir. Tí ræður tað nógv um at hvíla og at hava fokus. Hópurin er stevndur saman klokkan 16, tá teir fara at eta saman, áðrenn Eyðun Klakstein fer at leggja síðstu hond á fyrireikingarnar.
-Okkara vita, hvat hetta snýr seg um, tí teir flestu hava áður spælt í europeisku kappingunum. Odmar Færø er komin fyri seg aftur, eftir at hann fríggjakvøldið noyddist av vøllinum á Argjum. Hørður Askham og Gestur B. Dam eru framvegis skaðadarvaðir. Alex Mellemgaard, sum orsaka av skaða hevur spælt millum lítið og einki í ár, er komin fyri seg aftur, og hann er á listanum hesaferð.
-Vit hava sæð upptøkur av mótstøðuliðnum. Talan er um kropsliga sterkar, kvikar og kraftmiklar spælarar. Tað gongur skjótt fyri seg hjá teimum, teir eru beinleiðis í álopspartinum, og teir leypa á við nógvum monnum. Tá ið teir fáa tíð til tað, so eru teir góðir í samanspælinum, sigur Eyðun Klakstein.
B36 venjarin ásannar, at uppgávan er stór, men hann heldur samstundis, at hansara menn eiga at hava møguleikar:
-Okkara eru í betri dystarvenjing. Tá ið Linfield FC var her fyri júst einum ári síðani, sást tað fram ímóti dystarenda, at teimum restaði dystarvenjing. Vit skulu vera fokuseraðir í verjupartinum, og vit skulu dúva upp á liðavrikið. Tíbetur eiga vit spælarar, sum eru førir fyri at fáa nógv av skafti í álopspartinum, hóast teir eru kroystir, so vit eru spentir, og vit gleða okkum. Hetta er jú størsta kappingin av øllum at luttaka í, sigur B36 venjarin.










