Eyðun heldur fram sum altjóða dómari

– Eri mega glaður í dag, bleiv uppringdur av makkara mínum í Íslandi, Ingvar Guðjónsson, sum spurdi, um vit ikki skuldu halda áfram sum dómarapar í EHF

– Eri mega glaður í dag, bleiv uppringdur av makkara mínum í Íslandi, Ingvar Guðjónsson, sum spurdi, um vit ikki skuldu halda áfram sum dómarapar í EHF.

 

Tað sigur Eyðun Samuelsen, sum er einasti altjóða hondbóltsdómari í Føroyum. Men til fyri góðum ári síðani dømdi hann saman við Andreasi F. Hansen, sum gavst sum altjóða dómari, tá hann gjørdist venjari hjá kyndilskvinnum.

 

Eyðun Samuelsen sigur, at tey í Íslandi nú hava boðað frá, at tað er í lagi, at hann og Ingvar Guðjónsson kunnu halda fram sum EHF dómarar.

 

– So nú er framtíðin innan altjóða døming upp á pláss, sigur ein fegin Eyðun Samuelsen.

 

Tað var annars av tilvild, at Eyðun og Ingvar gjørdust dómaramakkarar.

 

Søgan er tann, at Christian Johansen, formaður í hondbóltssambandinum, var í Íslandi sum eygleiðari til landsdyst. Tá kom hann í prát um hetta við altjóða dómarum. Íslendingar søgdu, at annar í teirra besta dómaraparið var givin. Tí var annar í næsta parinum fluttur upp, og tí stóð Ingvar Guðjónsson nú við ongum makkara. Teir høvdu ongan annan, sum kundi døma saman við honum.

 

Hetta var um sama mundið, sum Andreas F. Hansen hevði boðað frá, at hann gavst, og tí stóðu vit í Føroyum í somu støðu. Tá var tað, at Christian Johansen spurdi, um tað kundi verið ein møguleiki at para Eyðun Samuelsen úr Føroyum og Ingvar Guðjónsson úr Íslandi – í hvussu so er bara fyri eitt ár, so bæði Ísland og Føroyar varðveittu hvør sítt dómarapar.

 

Ætlanin varð so, at hendan skipanin við einum føroyingi og einum íslendingi í sama pari skuldi verða galdandi í eitt ár, til íslendingar fingu mannað sítt par sjálvir.

 

– Nú er so hent tað, at ísleningurn, sum skuldi taka EHF prógvið er bakkaður út. Og tí ringdi Ingvar Guðjónsson til mín. Hann hevur tosa við íslendska honbóltssabandið, sum hevur góðtikið, at vit halda fram uttan tíðaravmarking. Nú eru vit fastir makkarar, sigur Eyðun Samuelsen.

 

Uppgávan sum altjóða hondbóltsdómari er ein spennandi uppgáva, sigur Eyðun Samuelsen, sum er sera fegin um, at hann kann halda fram, hóast hann ongan annan føroyskan makkara hevur. Uppgávurnar liggja um 8-9 dystir um árið.

 

Fyrstu sesongina dømdu teir tríggjar landsdystir. Teir hava dømt EHF cup, sum er kappingin beint undir champions league. Tann størsti dysturin, teir hava dømt, var EHF cup, sigur Eyðun Samuelsen.

 

Tað eru tó ikki teir nógvu pengarnir í at døma altjóða honbóltsdystir.

 

– Vit fáa tað sama, sum vit fáa fyri at døma ein dyst í Føroyu, 100 evrur – umfframt ferð, uppihald og dagpengar. Men tað er upplivingin, sum telur, sigur Eyðun Samuelsen.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðu við Eyðun Sameulsen.