Eyðun av Reyni hevur henda mánaðin eina listaframsýning í Gamla Seglhúsinum í Klaksvik við 20 fjálgum og litríkum málningum undir heitum, sum Vetrarskýggi, Dímun, Mánalýsi, Kunoy, Norðurljós, Torraljós og so frameftir.
Í dag var Manskórið í Ebeneser á ferð í Norðoyggjum. Teir sungu í Heiminum við Vágna, men ávegis norður í Sund, steðgaðu teir á og stukku inn á gólvið í Gamla Seglhúsinum, har teir heilsaðu upp á Eyðun, sóu framsýningina og sungu tveir sangir.
Stovan var rættiliga full, tí kórið taldi meir enn 40 mans, og tað rungaði eisini í hareftir – frálíka væl ljóðaði.
Ásmund Justiniussen, sum var við í kórinum, bar fram eina stutta heilsan frá kórinum til Eyðun og framsýning hansara. Hann helt fyri, at næstu ferð mátti Eyðun hava fleiri málningar við, so nógvir keyparar vóru komnir á gátt.
Ásmund segði frá onkrari søgu, sum knýtti seg at Gamla Seglhúsinum og greiddi við einum skálkasmíli frá, at hann var fergumaður millum Lorvík og Klaksvík undir læknastríðnum.
Uttan at nevna nøvn, vóru nakrir klaksvíkingar undir læknastríðnum einaferð komnir til Lorvíkar. Teir vildu brynja seg til orrustu í Klaksvík og spurdu ein lorvíking, um hann átti byrsur. Nei, svaraði lorvíkingurin, men pápi eigur eina grønlandsbyrsu. Nei, nei, tað skulu vera dublettir, helt klaksvíkingurin fyri.
Framsýningin hjá Eyðun av Reyni, sum verður opin hvønn dag í hesum mánaðinum, verður eisini partur av Torraskránni, eins og Gamla Seghúsið eisini verður tað við onkrum serligum torratiltaki.