Eyðun av Reyni í Glyvra kirkju

Í kvøld letur upp listaframsýning í Glyvra kirkju. Tað er Eyðun av Reyni, ið sýnir fram sína list.

Í kvøld, sunnukvøldið 18. oktober, letur upp listaframsýning í Glyvra kirkju. Tað er Eyðun av Reyni, ið sýnir fram sína list, og framsýningin er eisini partur av skránni fyri mentanarvikuna Skýming.

 

Tá framsýningin letur upp í kvøld, fer Oggi Lamhauge, sum sjálvur er listamaður, at greiða frá myndlistini hjá Eyðuni, og tónleikur verður eisini á skránni.

 

Hvørt kvøld næstu vikuna frá klokkan 20 til 22 verður tiltakið List og Kvirra í Glyvra kirkju.

 

Meinhard Bjartalíð, sóknarprestur, sigur, at hetta er tjúgunda listaframsýningin, sum verður sett upp í kirkjuni, síðan forkirkjan í Glyvra kirkju varð gjørd til listaskála í 2009.

 

Fleiri spennandi listafólk hava sýnt fram undanfarin ár. Listaskálin er vorðin ein partur av forkirkjuni, og tað er líka sum, at fólk sakna, tá eingi listarverk hanga uppi í kirkjuni.

 

- Nú verður so aftur høvi at síggja listina hjá einum av okkara kendu listafólkum, sigur Meinhard Bjartalíð, prestur.

 

Í kvøld frá klokkan 20 til 21 verður aftansongur eftir enskari fyrimynd í Glyvra kirkju. Her verður Kór Glyvra  kirkju við, liturgur verður Meinhard Bjartalíð, og organistur verður Jensina Simonsen.