Eyðun á Lakjuni loysir Dávur Juul av

Eyðun á Lakjuni, varaborgarstjóri, røkir fyribils starvið sum borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu, meðan Dávur Juul er í sjúkraørindum í Danmark.

Eyðun á Lakjuni varð fyrstu ferð valdur í býráðið á valinum í 2000. Mynd: Miðnám á Kambsdali.

Í sambandi við, at Dávur Juul, borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu, er í sjúkraørindum í Danmark, røkir Eyðun á Lakjuni, varaborgarstjóri, starvið sum borgarstjóri.

 

Eyðun á Lækjuni, sum hevur verið býráðslimur í Fuglafjarðar kommunu í meira enn 20 ár, røkir starvið sum borgarstjóri frá í dag, 13. januar, at rokna. 

 

- Hann varð fyrstu ferð valdur í býráðið á valinum í 2000. Í hesari býráðssetuni er Eyðun á Lakjuni eisini formaður í mentamálanevndini og næstformaður í fíggjarnevndini.

 

Í Fuglafjarðar kommunu vita tey í dag at siga, at hetta er fyrstu ferð, at Eyðun á Lakjuni røkir starvið sum borgarstjóri í kommununi.

 

##med2##

 

 

 

Eyðun á Lakjuni varð fyrstu ferð valdur í býráðið á valinum í 2000. Mynd: Miðnám á Kambsdali.

Dávur Juul hevur verið borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu í eitt ár.