Eyðstein endaði á triðja plássi í altjóða úrvalskapping

CrossFit hevur rættiliga tikið seg fram sum ítróttargrein um allan heim farnu árini - eisini í Føroyum.

 

Farna vikuskiftið luttók Eyðstein Simonsen í einari av fremstu CrossFit-kappingunum í heiminum, “French Throwdown”, í París, har hann fekk eitt flott triðja pláss.

 

French Throwdown er ein altjóða CrossFit kapping við luttakarum úr øllum heiminum.

 

- Eyðstein luttók í aldursbólkinum 45-49 ár, har einans 10 íðkarar sluppu við. Í vár gjørdist Eyðstein nummar níggju av fleiri enn 100 luttakarum í innleiðandi umfarinum og vann sær tá luttøku í finaluni í París.

 

Tað sigur Bartal Kamban í tíðindaskrivi vegna venjarar og limir í Tvørmegi CrossFit.

 

CrossFit hevur rættiliga tikið seg fram sum ítróttargrein um allan heim farnu árini - eisini í Føroyum, har talið av íðkarum er skjótt veksandi. Fleiri føroyskir íðkarar hava farnu árini roynt seg í altjóða kappingum. 

 

Eyðstein hevur í seks ár havt ein skaða í fótinum, sum hevur darvað venjingini og hevur forðað honum at luttaka í øllum kappingum.

 

- Tað, at kvalifisera seg til French Throwdown-finaluna, var sostatt ein sigur í sær sjálvum, men at tað skuldi røkka til eitt triðja pláss, er meira enn hann tordi at vóna, siga tey í Tvørmegi CrossFit, har tey ynskja Eyðsteini Simonsen hjartaliga tillukku við flotta úrslitinum.