Eyðrit streyk avstað við 45.000 krónum

- Hatta var fantastiskt, segði fegna kvinnan, sum gjørdi kvettið í gekka-spælinum í kvøld.

- Túsund, túsund takk. Hatta var fantastiskt! Vertur í gekka-spælinum í kvøld var Magnus Magnussen.

 

 

Hon ringdi úr Hoyvík, men ættarbondini eru úr Vestmanna. Navnið er Eyðrit Funn, og hon var væl uppløgd, tá verturin í gekka-spælinum í kvøld, Magnus Magnussen, spurdi, hvat hon fór at taka sær fyri um vikuskiftið.

 

Tiltakið Okkara Voxbotn er í kvøld og annaðkvøld, og her ætlaði hon sær ein túr, segði kvinnan, sum hevði fingið fulla plátu og nú skuldi royna sítt hepni við at snara hjólinum.

 

Høvuðsvinningurin í kvøld var á 130.000 krónur, sum Eyðrit Funn valdi at deila í teir tríggjar leyparnar við 45.000 krónum í hvørjum leypi.

 

Í fyrstu royndini steðgaði hjólið á 20.000 krónum, sum hevði verið ein góður vinningur, men Eyðrit Funn segði, at hon vildi royna einaferð aftrat.

 

Í aðru royndini skarst ikki so væl sum í fyrru, tí tá steðgaði hjólið á 10.000 kónum - og minni enn tað ber ikki til at vinna, tá tú snarar hjólinum í gekka-spælinum.

 

- Vit taka allar síðstu ferð!

 

Og í triðju og seinastu royndini rakti Eyðrit Funn plett. Hjólið steðgaði á gula leypinum við 45.000 krónum í, og tá hoyrdist týðiliga, at lagið í Hoyvík gjørdist rættiliga gott.

 

- Túsund, túsund takk. Hatta var fantastiskt, segði hepni gekka-vinnarin, sum nú kann fara ovurfegin á Okkara Voxbotn.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

- Túsund, túsund takk. Hatta var fantastiskt! Vertur í gekka-spælinum í kvøld var Magnus Magnussen.