Tá ið Katie Holmes var yngri, var tað ongantíð nakar ið sendi henni blómur á Valentins degnum. Sjónleikarinnan úr sjónvarps røðini Dawsons Creek, føldi seg altíð heilt einsamalla á romantiska degnum. Ístaðin fyri at vóna at postkassin var fullur av kortum, valdi hon at senda vinkonunum nakrar fittar heilsanir.
Katie fortelur fyri eingilska blaðnum New: ?Eg elski at gera nógv burturúr. Eg gekk á einum gentuskúla, og hvørt ár sá eg hvør ið fekk stór blómutyssi. Tað var ongantíð eitt blómutyssi við mínum navni á, og eg hevði ikki ráð at keypa tað sjálv??.
Í dag er Katie 29 ár, og er gift við Tom Cruise. Tey eiga saman dóttrina Suri.