Serfrøðingar halda ikki, at tað seinna er veruleikin – ella oftast ikki. Tey halda heldur, at trupulleikin við tunglyndi og angist er eitt tekin um órímiligar treytir, sum nógv liva undir í dag, har tollyndismarkið á arbeiðsmarknaðinum er vorðið ógvuliga lágt.
Við jøvnum millumbili eru stórar yvirskriftir í miðlunum um mentalu heilsustøðuna hjá fólki, og millum hesar yvirskriftir er eitt nú, at -
* 350.000 danir taka heilivág móti tunglyndi...
* Fólk standa í bíðirøð fyri at sleppa til sálarfrøðing…
* 17.000 danir eru sjúkrameldaðir fyri strongd hvønn dag…
Tað er skjótt at vera latin eftir við teirri fatan, at tað er heilt galið við mentalu støðuni í tí landi - Danmark - sum fyri fáum árum síðan erpaði sær við heitinum sum ”heimsins eydnuríkasta”.
Men, hagtøl tosa eisini sítt týðiliga mál.
Tølini siga nevniliga, at upp til fjórða hvør kvinna í Danmark einaferð í lívinum kann gerast rakt av tunglyndi, sum krevur viðgerð. Tølini hjá monnum eru nakað minni, og her er møguleikin fyri at verða raktur av slíkari sjúku, sum krevur viðgerð, upp til 12 prosent.
Tann stóri spurningurin er so, hvør orsøkin er til, at heili 350.000 danir hvønn dag verða plágaðir av tunglyndi og angist? Hvat er tað, sum ger, at so mong gerast sjúku og mugu taka heilivág fyri at klára dagin og fyri - vónandi - at gerast frísk aftur?
Professarin og yvirlæknin á Psykiatrisk Center Glostrup, Poul Videbech, sum í mong ár hevur granskað í tunglyndi, er ikki í iva um, at mátin, vit liva og innrætta okkara gerandisdag, er ein stórur partur av orsøkini til støðuna.
Hann heldur ikki, at fólk eru vorðin minni mótstøðufør ella hava bygt upp eina gongd, har hjúklast skal meira um tey enn áður. - Fólk, sum gerast sjúk av tunglyndi, eru avgjørt ikki dovin. Tvørturímóti eru tey ofta raskari enn miðal. Hetta eru ofta fólk, sum leggja ov nógv fyri. Men, tey vera ov ofta møtt við órímiligum treytum, sum tey av øllum alvi royna at liva upp til.
Professarin og yvirlæknin vísir á, at tollyndismarkið er vorðið munandi minni, og krøvini eru vorðin størri, og tað er eisini hetta, sum er galdandi á útbúgvingarstovnum. - Tað er ikki longur pláss fyri einum sabbatsári ella farloyvi. Tá eg las, vóru krøvini ikki tey somu um, hvussu skjótt tú skuldi gerast liðugur, sigur professarin og yvirlæknin.
Poul Videbech vísir á, at soleiðis, sum tað nú er vorðið, verða fólk sjálvvirkandi - ella automatiskt - tilmeldaði royndirnar, og pláss er ikki fyri at ríva eitt hálvt ár úr álmannakkanum undir útbúgvingini.
- Ert tú bara vorðin eitt vet sjúkur, verða atlit ikki tikin til tað, serliga ikki á almenna arbeiðsmarknaðinum. Tá soleiðis er vorðið, veksur vandin eisini fyri, at tú verður álvarsliga sjúkur, sigur professarin og yvirlæknin.
Professarin í almennum medisini, Kaj Sparle Christensen, sum starvast hjá Stovninum fyri Fólkaheilsu á Aarhuus Universiteti, sigur, at tunglyndi og angist oftast standast av varandi strongd. - Talan er um ósamsvar millum avbjóðingar og veruligu møguleikarnar at loysa hesar.
Kaj Sparle Christensen vísir á, at krøvini til nútímans menniskju eru mong, og ofta trýsta vit sum menniskju hvønn annan uttan fyrilit. - Tað ber væl til at gera ein sjúkling meira treystan og sterkan við eitt nú røslu, góðum kosti og náttarsvøvni. Trupulleikin er bara, at tey flestu bíða ov leingi við at fara ikki til lækna, sigur hann.
Hóast bæði Poul Videbech og Kaj Sparle Christensen siga, at talan er um veruligar trupulleikar, tá so mong í dag stríðast við tunglyndi og angist, sýta teir kortini ikki fyri, at sonevnd ”yvirviðgerð” kann fara fram.
- Eg eri ikki í iva um, at tað eru fólk, ið fáa heilivág, sum ikki áttu at fingið. Tað eru bara ongar kanningar gjørdar sum greina, hvussu støðan er við hesum. Hinvegin vita vit frá kanningum, at tað eisini eru fólk, sum eru ”undirviðgjørd”.
Tað merkir, at hesi ikki fáa tann heilivág, sum tey áttu at fingið.
Poul Videbech vísir á, at talan er um bæði tingini – tey, sum kanska fáa ov nógv og tey, sum fáa ov lítið.
- Vit kunnu eisini siga, at ”undirviðgerð” er ein størri trupulleiki, tí tú kanst doyggja, um tú ikki sleppur í viðgerð fyri tunglyndi. ”Yvirviðgerð” er í sær sjálvum ikki so vandamikil, hóast tað á ongan hátt er gott. Tað eru tó tey flestu, sum gevast við at taka heilivág, um tað vísir seg, at heilivágurin ikki virkar, sigur professarin og yvirlæknin, Poul Videbech.
Kelda: www.helse.dk