Aftur í ár verður KFUM í Havn karmur um eitt væl umtókt ólavsøkutiltak. Húsið verður hesar dagarnar proppað við alskyns vinningum, soleiðis at ongum nýtist at fara tómhentur útaftur, eins og myndin vísir.
- Her verður bæði tað stóra og vælkenda eydnuhjólið, matsøla, 21-spæl og bamsutombola og fiskibrunnur við diskoljósi, verður sagt úr KFUM.
Í eydnuhjólinum eru nógvir góðir vinningar, so sum tjógv, karamellur, leikur, húsarhaldstól, bamsur o.a.
Matsølan bjóðar drekka, kaku, breyðbita við føroyskum viðskera og øðrum góðum til tann svanga ólavsøkugestin.
Byrjað verður ólavsøkuaftan klokkan 16 og hildið verður á til midnátt. Soleiðis verður eisini ólavsøkudag.
Mynd: Øll eru kanska ikki eins heppin og hesin, eftir at hava verið til eydnuhjól í KFUM. Men tað kemur rættiliga sjáldan fyri, at fólk fara tómhent avstað aftur á ólavsøku
Modellmynd: Johan J.










