Síðan Eydnudeildin varð sett á stovn í mars 2018, er deildin vaksin.
Nú – fimm ár seinni – hevur Eydnudeildin ikki færri enn trý hondbóltslið í Føroyum.
Lundapisurnar, sum venja í Kollafirði hava tvey lið í steypafinaluni. Svanarnir, sum venja suðuri í Vági hava eitt lið við, og Músabrøðurnir, sum venja í Klaksvík, hava eitt lið til finaluna.
Hetta eru børn og ung, sum hava ymiskar avbjóðingar og tí ikki megna at venja hondbólt í vanligu feløgunum.
Við Eydnudeildini hava tey fingið ein nýggjan møguleika. Ein møguleika at luttaka í einum sosialum felagskapi, sum tekur atlit til einstaka hondbóltsspælaran. Tey sleppa at verð
a júst tann, tey eru, og fáa avbjóðingar, sum eru við til at menna tey á fleiri økjum – rørsluliga, sosialt og ikki minst persónliga.
Eydnudeildin hevur nógvar fjepparnir, og tey eru vit sera takksom fyri.
Eydnudeildin er ikki sum hinar deildirnar. Vit eru altíð eitt sindur coolari og eydnusamari. Hesaferð hava vit sent innbjóðing til allar borgarstjórarnar, sum eiga ein eydnudeildarspælara í steypafinaluni. Sjálvandi skulu borgarstjórarnir hava møguleika at síggja eydnuleikaran í síni kommunu vinna ein steypadyst.
Tá stjørnur okkara hava fingið gull um hálsin, heldur veitslan fram. Vit fara oman á HAPS at eta.
Eydnudeild spælir steypafinalu sunnudagin kl 12.50.
Atgongmerkir kunnu keypast á atgongumerki.fo
Okkara dystur verður eisini stroymdur á youtube hjá hsf.fo











