Eydnudeild Føroya er ársins átak

Hondbóltsfelagið fyri børn við avbjóðingum hevur verið nógv frammi síðsta árið

Í áðni varð avdúkað í Mullers pakkhúsi, at Ársins ítróttaátak er Eydnudeildin Føroya.

Turið Horn frá Tórshavnar Býráði og Ivan Niclasen, stjóri í Kringvarpinum, handaðu heiðurin. 

Eydnudeild Føroya er eitt hondbóltsfelag fyri børn við serligum avbjóðingum, har tað er pláss fyri øllum. Í grundgevingini varð sagt, at hetta er eitt átak, sum styrkir, mennir og nýhugsar ítrótt í Føroyum. 

- Grundarsteinurin er, at øll skulu fáa lut í gleðini, sum ítróttarlívið gevur. Eisini tey, sum hava serligan tørv ella avbjóðingar í lívinum. Í 2018 byrjaði eitt átak við hesum endamáli, har tey altíð koma glað heim við kensluni, at tey eru partur av onkrum størri, varð millum annað sagt í grundgevingini.

- Takk fyri heiðurslønina. Vit taka hetta sum eina viðurkenning. Vit halda sjálvi, tað hevur gingið sera væl, og tað er altíð pláss fyri fleiri Um nakar gongur runt og hevur ein hondbóltsspæara í búkinum, so er tað altíð pláss í Eydnudeildini. Tað er feitt at vera við til at geva børnum hesa uppliving, segði Martin H. Pedersen umboð fyri Eydnudeildina, tá hann tók ímóti heiðrinum í áðni.