Eydnast á Facebook

29. mai verður ein fyrilestur um Facebook hildin í Norðurlandahúsinum.

 

Fyrilesturin er viðkomandi fyri tey, ið arbeiða dagliga við samskifti og marknaðarføring.

 

Evnir, sum verða tikin fram eru millum annað: hvat eru sosialir miðlar, marknaðarføring á Facebook, serkønar Facebook strategiir og um at reka sosialar miðlar.

 

Fyrilesturin er málrættaður serstakt til fyritøkur, ið ynskja at fáa nærri innlit í at brúka teir sosialu miðlanar í gerandisdegnum.

 

Fyrilestrahaldari er Thomas Bigum, ið er serkønur innan sosialar miðlar, herav serstakt Facebook. Bigum er vælkendur fyrilsetrahaldari í Danmark og hjálpir dagliga fyritøkum við teirra marknaðarføring á Facebook og kunnu fyritøkur, sum Spar Nord, Royal Unibrew, Canal9 og Ekstra Blaðið teljast ímillum kundaskaran.

 

Tilmeldingarfreist er 22. mai.

 

Nærri kunning og tilmelding sæst við at fara inná:

 

faroemedia.com/fyrilestur-um-facebook