Eydnan var við Víkingi og HB

Lutakastið hjá B36 var minni heppið, enn tað var hjá hinum báðum føroysku feløgunum

Eydnan var við Víkingi, tá ið tað á middegi varð drigið um, hvør skal spæla ímóti hvørjum øðrum í Conference League

Á middegi í dag var lutakast um, hvør skal spæla ímóti hvørjum í Conference League. Trý føroysk feløg vóru við í lutakastinum – HB, sum endaði á øðrum plássi í landskappingini í fjør, Víkingur sum  endaði á triðja plássi, og so B36 sum vann kappingina um løgmanssteypið.

 

Lutakastið var rættiliga lagaligt hjá Víkingi og HB, meðan tað var minni lagaligt hjá B36.

 

B36 skal spæla ímóti Borac úr Bosnia & Hersegovina. Fyrri dysturin hjá B36 verður á útivølli.

 

Hjá HB og Víkingi var lutakastið lagaligari. Bæði liðini skulu spæla fyrra dystin á heimavølli.

 

HB skal spæla úr Newton úr Wales, og Víkingur fekk ivaleyst lagaligasta lutakastið. Víkingur skal spæla ímóti Europa FC úr Gibraltar.

 

Dystirnir verða spældir 7. og 14. juli.

 

 

 

Conference League

 

HB – Newtown úr Wales

 

Víkingur – Europa FC Gibraltar

 

Borac Bosnia & Hersegovina – B36

 

Eydnan var við Víkingi, tá ið tað á middegi varð drigið um, hvør skal spæla ímóti hvørjum øðrum í Conference League