Ætlanin at fáa ein heilan árgang av roykfríum børnum í Føroyum, sær út til at hava eydnast. Tað heldur Ólavur Jøkladal á Fólkaheilsuráðnum.
Tað var longu í 2006 at ætlanin um at bera so í bandi, at ongin av teimum, sum vórðu fødd í 2000, nakrantíð fóru at roykja. Hetta var við í nógv umrøddu visjón 2015, sigur Ólavur Jøkladal við Rás2.
Hann sigur, at líka síðani hava tey arbeitt miðvíst fram ímóti tí við upplýsing og átøkum av ymsum slagi.
Og hann sigur at tað er nógv, sum bendir á, at tað fer at eydnast.
Ólavur Jøkladal sigur, at nú hesi millenium børnini, sum tey verða nevnd, fara í áttanda flokk, kunnu tey staðfesta, at so at siga eingin av teimum roykir.
Hann sigur, at hetta er í neyvum samstarvi við lærarar og ein kanning, sum varð gjørd fyri einum ári síðani, avdúkaði, at so at siga eingin royktu.
Hann ásannar, at tað er ein stórfingin ætlan at ein heilir árgangur ikki skal fara at roykna, men hetta hevur borið frukt.
Men tað kundi kanska trongt til, tí ein kanning fyri nøkrum ári síðani, har ung í 35 londum vóru samanborin, vísti, at føroyski ungdómurin roykti ringast.
|










