Eyðgunn: Ójavnin í Føroyum er stórur

Í gjár skipaði Norðurlandaráðharraráðið fyri pallborði í ST um javnstøðu í mun til burðadygga menning. Á aðalfundinum hjá ST í fjør, varð stór og týðandi semja gjørd um, hvørji mál limalondini skulu seta í verk fram til 2030 - mál í mun til at tryggja ein burðadyggan heim.

 

Norðurlendsku ráðharrarnir í javnstøðumálum úr Svøríki, Norra, Danmark, Finnlandi, Íslandi og Føroyum vóru í pallboðinum, sum viðgjørdu nøkur av hesum málum, og hvussu londini arbeiða við at seta hesi í verk.

 

Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna legði fram tær avbjóðingar, sum Føroyar hava at tryggja einar burðardyggar Føroyar, har javnstøða er ein týðandi partur.

 

Í røðu síni vísti hon millum annað á stóra inntøkumunin millum menn og kvinnur og vísti á, at í Føroyum vóru siðbundnu kynsmynstrini enn galdandi, har menn eru teir, ið vinna fyri dagliga breyðið, meðan kvinnurnar taka sær av heiminum og børnunum.

 

Hon vísti eisini á, at í Føroyum arbeiðir ein óvanliga stórur partur av kvinnunum niðursetta tíð.

 

Nógv fólk vóru komin at lýða á og seta spurningar, m.a umboð úr UNESCO, ILO og onnur.