Eyðfinn Drewsen farin

Mánakvøldið bórust deyðs­­boðini av trúgva starvs­felaga okkara Eyð­finni Drewsen. Hann starv­að­ist fyrst saman við okk­um á Rás2 í Miðla­hús­i­num og seinni á FM1. Hann andaðist eft­ir stutta sjúkra­legu.

 

20. juni 1969 – 23. august 2021

 

Ikki varnaðust vit, at nak­að var galið hjá Eyð­finni, tá hann fór í summ­arfrí beint eftir ólav­søku. Longu týsdagin eftir endaði hann á Lands­sjúkrahúsinum við blóð­tøppi, haðani hann varð sendur á Rík­is­­sjúkr­a­hús­­ið. Har royndu tey tað, tey kundu at bjarga honum. Men mánakvøldið slóknaði hann, einans 52 ára gamal. 

 

Eyðfinn var sonur Esth­er og Benny Drewsen í Havn.  Est­her, fødd Nols­øe, var av Landa­vegnum í Havn. Benny var dani, ætt­að­ur úr  Keyp­mann­a­havn. Hann and­að­ist í 2016, 79 ára gam­­al.

 

Umframt Eyðfinn áttu Esther og Benny eldra bróð­ur­in Svend Åge og yngru systr­ina, Anitu.

 

Eyðfinn vaks upp við Vel­­ba­­stað­veg­in í Havn. Páp­­in var fot­o­grafur, mál­aði – og vit havnarbørn, sum eru um sama aldur sum Eyð­­finn, minn­ast væl »Gáv­u­­búð­ina« hjá Benny Drew­­sen í kallaranum hjá Herluf Arna­­son í Tórsgøtu. Har handlaði hann við gávu­lut­um, leikum og ikki minst egnu list síni.

 

Mamman, Esther ar­beiddi í mong ár hjá bilstøðini AUTO, har hon hevði bókhaldið um hendi.

 

Barnaárini gekk Eyðfinn fyrst í Drotn­ing Ing­rid­ar Barna­garði, síð­ani á Venj­­ing­­a­r­skúl­­­anum frá 1976 til 86, og eft­ir barnaskúlaárini tók hann hand­ils­skúl­a­prógv á Hand­ils­skúl­a­­num í Havn í 1989. 

 

Hann arbeiddi nøk­ur ár hjá P/F Otto Reinert. Var eitt stutt tíð­ar­skeið tøkningur í Út­varpi Føroya. Í 1993 und­ir kreppuni miklu flutti hann nið­ur til Keyp­mann­a­havn­ar, har hann starvaðist á ein­um skúlaradio, har fram­halds­næm­ing­ar gjørdu send­­ing­ar, og Eyðfinn var teim­um ein dugna­­ligur og hollur tøkn­­ing­­ur og veg­leiðari. 

 

Í útisetatíðini var Eyðfinn eisini tøkn­ingur og vertur hjá Føroyska Nær­varpinum í Keypmannahavn.

 

Um aldarskiftið flutti Eyð­finn heim til Føroya fyri at arbeiða hjá tí fyrsta Rás2 hjá Petur Jacobsen í Søld­­ar­­firði. Nakað seinni keypti Eyð­finn hús norð­uri í Sund­u­num í Kollafirði, har hann treivst væl. 

 

Í 2007 fylgdi Eyðfinn við, tá Miðla­húsið keypti Rás2 frá Petur Jac­ob­sen, og har starvaðist hann til 2014, tá hann fór at arbeiða sum tón­leik­asamskipari og lýs­ing­ar­fram­leið­ari hjá VoxPop og Kiss FM. 

 

Kiss FM og Rás2 løgdu sam­an í 2015, og skifti seinni navn til FM1. 

 

##med2##

 

Eyðfinn starvaðist sein­astu árini sum tón­leika­samskipari, lýs­ing­ar­fram­leið­ari, tøkningur og vert­ur á FM1 og VoxPop. 

 

At Eyðfinn var sera vitandi inn tón­leik, vita vit øll, sum kendu hann. Og at hann dugdi væl at brúka sína vit­an, hoyrdu vit so væl, tá hann sam­an við James Olsen – teir vóru morg­un­vert­ir á Rás2 – vóru við í spurn­ar­kapp­ingini á Quiztinum í út­varp­i­num hjá Kringvarpinum.

 

Teir stóðu seg sera væl og endaðu í fin­al­uni ímóti fakfelagskvinnu og ad­vokati – í sending, sum varð send bein­leið­is úr Atlantis í Klaksvík – við áskoð­ar­um 31. januar í 2009.

 

Tá so Gunnar spurdi um út­lendsk­an tónleik, spældi hann eitt sera stutt stykki – bara eitt brot­sek­und – av sanginum Grace Kelly við Mika. Tað einasta, ið liðini hoyrdu, var »Ka tjing«, sum var endin á sang­i­num. Hitt liðið og James ristu bara við høvd­i­num – men tá letur so sann­før­andi í Eyðfinni:

 

»Hatta er Mika!«

 

Og tað lýsir so væl gløggu eyg­leið­ing­ar­nar hjá Eyðfinni – og soleiðis vunnu teir spurnarkappingina í út­varp­i­num hetta árið.

 

Og júst tí at Eyðfinn hevði so stór­an á­huga fyri tónleiki, og visti nógv um tónleik, varð hann um ald­ar­­skiftið vald­ur at vera »Ársins DJ í Før­­oy­um«.

 

Eyðfinn fram­leiddi fleiri spenn­andi Rem­­ix við eldri føroyskum tón­­leik­­­a­­útgávum, ið hann pepp­aði væl upp við sínum eyð­­kendu rútmum. 

 

Eyðfinn hevði stóra vit­an um alt slag av tónleiki. Hann tók altíð eitt eyka tak og var øll­um hjálpsamur og fyr­i­­komandi, og hann hevði altíð tíð til eitt vinarligt prát.

 

Eyðfinn verður stór­liga sakn­að­ur av okkum øllum. Størstur er tó sakn­ur­in hjá mamm­uni, systkj­u­num og dóttr­ini, Lindu. 

 

Ærað veri minnið um eitt gott menn­iskja, ein dugnaligan, fittan og fyri­komandi starvsfelaga.

 

 

 

Vit í Miðlahúsinum