Eyðbjørg Reynslág, Fía Winther Poulsen og Annika Dalsgaard

Eyðbjørg vann stuttsøgukappingina á Glasi

Í gjárkvøldið vórðu teir tríggir vinnararnir av stuttsøgukappingini á Glasi heiðraðir.

Eyðbjørg Reynslág, Fía Winther Poulsen og Annika Dalsgaard

Tað skrivar Glasir á heimasíðuni.

Tað var Eyðbjørg Reynslág, sum vann stuttsøgukappingina í ár við stuttsøguni “Lagnunnar speisemi”. Nummar tvey varð Annika Dalsgaard, meðan Fía Winther Poulsen fekk triðju viðursløn.

 

##med2##

 

Um stuttsøguna hjá Eyðbjørg segði dómsnevndin at: “Lagnunnar speisemi” er ein heilskapað stuttsøga við einum greiðum bygnaði: byrjan, miðju og enda, men kortini fært tú kensluna av, at søgan er partur av eini størri heild. Høvundurin megnar at gera verðina í søguni so livandi, at tú væl fært ímyndað tær, hvat er farið fram, áðrenn søgan byrjar, og hvussu hon heldur fram eftir, at síðsta orðið er lisið. Søgan er ævintýrakend, men samstundis er hon um nakað so veruligt sum at tora at taka eina avgerð, hóast hon er ring, og liva við avleiðingunum.”

 

##med3##

 

Annika Dalsgaard fekk 2. pláss í stuttsøgukappingini við stuttsøguni “Menniskja”. Dómsnevndin segði um stuttsøguna hjá Anniku, at “Menniskja” er ein væl skrivað søga, ið við stillførum og poetiskum máli lýsir eitt inniligt samband og samskifti millum menniskja og náttúru. Á hendan hátt skrivar søgan seg inn í rákið vistbókmentir, ið ger um seg í okkara tíð.”

 

##med4##

 

Fía Winther Poulsen fekk 3. pláss í stuttsøgukappingini við stuttsøguni “Ein neyðtøka”. Dómsnevndin segði um stuttsøguna hjá Fíu, at “Sum fleiri aðrar søgur, ið eru komnar inn til stuttsøgukappingarnar á Glasi gjøgnum árini, so tekur henda søgan eitt sárt evni upp. Hendan søgan kastar tó annað ljós á evnið. Stílurin í søguni er knappur og staðfestandi. Tamarhald er á øllum. Øllum. Hetta er ein søga, har óttin stýrir. Ein søga, sum fleiri kunnu kenna seg aftur í – og kortini verður lesarin so dyggiliga tikin á bóli.”

 

##med5##

 

Tað var Hans Pauli Tórgarð, leiðari fyri Máli og Bókmentum á Glasi, sum handaði teimum trimum vinningarnar, sum vóru á ávikavist 5000, 3000, og 2000 krónur.

 

 

 

 

 

Eyðbjørg Reynslág, Fía Winther Poulsen og Annika Dalsgaard

Eyðbjørg Reynslág vann fyrstu virðisløn

Annika Dalsgaard vann aðru virðisløn

Fía Winther Poulsen vann triðju virðisløn