Í dag var 23. umfar í næstbestu kvinnudeildini í fótbólti í Spania. Mislata CF, har Eyðvør Klakstein er ein av spælarunum, var á vitjan í Zaragoza, har tær spældu ímóti Transportes, sum liggur aftast í deildini. Mislata lá fyri dystin nummar 7 av 14 liðum.
Dysturin endaði við stórsigri til Mislata, sum vann stórsigur við tennisúrslitinum 6-1. Eyðvør Klakstein skoraði í seinna hálvleiki eitt av málunum hjá Mislata.
Sigurin í dag ber við sær, at Mislata CF togar seg fram um Villarreal á stigatalvuni og liggur nú nummar 6 – tvey stig aftanfyri Murcia. Málið hjá Mislata er at vinna fimta plássið, sum hevði verið besta úrslit í søgu felagsins. Longu nú hevur Mislata vunnið sær fleiri stig enn nakrantíð áður í næstbestu deildini. Trý umfør eru eftir at spæla.
Eyðvør Klakstein verður ikki við næstu ferð, tí hon fer nú heim at spæla við kvinnulandsliðnum, sum skal spæla á heimavølli í HM-undankappingini.










