Eyðvør Berg er nýggj forkvinna í Handilsvinnufelagnum. Tað gjørdist greitt eftir, at nevndin í felagnum skipaði seg í síðstu viku.
Aðalfundur var í felagnum 24. apríl og vórðu Sophus Dal Christiansen og Eyðvør Berg vald í nevndina fyri Tummas Hanus Dam, ið takkaði fyri seg eftir drúgva tænastu, og Rodmundur Nielsen, ið eisini takkaði fyri seg. Hini í nevndini eru Petur Eirik Djurhuus, Regin W. Dalsgaard og Gunnar Mohr. Tiltakslimir eru Bergur R. Dam Jensen og Axel Mc Intosh.
Í síðstu viku skipaði nevndin seg so við Eyðvør Berg sum forkvinnu, ið sostatt tekur við sessinum eftir Tummas Hanus Dam, og Regin W. Dalsgaard sum næstformanni.










