Eyðvør Klakstein fer nú aftur at spæla við spanska felagnum Mislata CF, sum heldur til í spanska stórbýnum Valencia.
Eyðvør spældi við Mislata frá januar til mai í ár. Í summar var hon heima í Føroyum, og tá spældi hon við barnsdómsfelagnum KÍ. Eyðvør var við KÍ í Champions League kappingini í Kroatia í august mánað, og haðani fór hon beinleiðis til Spania, har hon síðani hevur vant við Mislata CF.
Mislata CF spælir í næstbestu sponsku fótbóltsdeildini. Spanska kappingin byrjaði farna vikuskifti og heldur fram í góðar átta mánaðir. Kappingin verður liðug í mai næsta ár.
Eyðvør hevur gjørt avtalu við Mislata CF um at spæla við felagnum hetta kappingarárið. Nú verður arbeitt við at fáa øll loyvi upp á pláss, so at Eyðvør kann spæla við Mislata CF eftir landsliðssteðgin, sum nú er fyri framman. Eyðvør er ein av spælarunum, sum er úttikin til landsdystirnar hjá Føroyum ímóti Tjekkia og Íslandi í næstum.
Hetta er triðja kappingarárið, at Eyðvør Klakstein skal spæla í sponskum fótbólti. Hon spældi eitt ár við CD Mariño í Baskalandi, og nú fer hon undir annað kappingarárið saman við Mislata CF. Umframt at spæla fótbólt gongur Eyðvør í skúla í Valencia.










