Síðani ársskiftið hevur Eyðvør Klakstein vant í spanska felagnum Mislata CF, sum spælir í næstbestu fótbóltsdeildini. Fyri viku síðani kom spæliloyvið upp á pláss í nýggja felagnum, og í dag hevði Eyðvør møguleikan at spæla fyri fyrstu ferð.
Mislata CF, sum undan hesum umfarinum var nummar 7 av 14 liðum, spældi á heimavølli ímóti Alahama, sum var nummar 10. Hóast Mislata CF hevði greiða yvirvág í spæli og skapti fleiri stórar møguleikar, endaði tað við einum heldur misvísandi 3-0 tapi. Alhama skoraði tíðliga við langskoti, og móti endanum øktu tær tvær ferðir.
Fyri Eyðvør Klakstein var tað hugaligt, at hon var við frá byrjan og spældi alla tíðina á tamb. Eyðvør spældi sum annar av tveimum framherjum, og hon hevði bæði royndir á málið og upplegg til kjansir.
Næsti dystur verður um eina viku, tá ið Eyðvør og liðfelagarnir spæla á útivølli ímóti Villareal.