##med2##
Tað var ein tamur dystur, har Víkingur hevði tamarhald á støðuni og kom til teir stóru málmøguleikarnar sum vóru í dystinum.
Tað kann staðfestast aftaná 2-0 sigurin hjá Víkingi á B68 á Svangaskarði á Toftum, har málið hjá Finni Justinussen tá eitt sindur meir enn hálvur tími var spældur, og málið hjá Inga Jonhardsson í 56. minutti tryggjaðu Víkingi víðari luttøku í steypakappingini.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við høvuðsvenjaran hjá Víkingi, Eyðun Klakstein.
Eyðun Klakstein viðgongur, at tað var ikki ein av teimum betru dystunum fólk vóru vitni til, men hann fegnast um, at hansara menn høvdu neyðuga tolnið og dugdu at taka, og so aftur at binda fyri tá liðið var komið á odda 2-0.
Í Víkingi verður nógv satsað uppá steypakappingina, tí tað er tann styttsti vegurin út í Evropa.